Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2012 Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum…
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 29, stk. 8 verður aftaná “Fíggjareftirlitinum” sett: “ella Tryggingareftirlitinum”. 2) § 32, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Skráseting Føroya setur eitt grannskoðaraeftirlit. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri eftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 4 aðrar limir, harav 1 limur skal vera løggildur grannskoðari, 1 limur skal vera skrásettur grannskoðari, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Hvørki formaðurin ella umboðini fyri roknskaparbrúkararnar kunnu vera góðkendir grannskoðarar ella vera í starvi hjá ella reka grannskoðanarvirki saman við góðkendum grannskoðarum.” 3) § 33, stk. 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Grannskoðaraeftirlitið kann somuleiðis krevja tær upplýsingar frá góðskueftirlitsfólkinum, ið eru neyðugar fyri, at Grannskoðaraeftirlitið kann leggja eitt mál fyri Grannskoðaranevndina.” 4) § 41, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Skráseting Føroya setur eina grannskoðaranevnd. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri nevndina. Grannskoðaranevndin hevur 1 formann, ið skal vera løgfrøðingur, og í minsta lagi 4 aðrar limir, harav 1 limur skal vera løggildur grannskoðari, 1 limur skal vera skrásettur grannskoðari, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Formaðurin, limirnir og varalimirnir verða tilnevndir av Skráseting Føroya, ið somuleiðis kann tilnevna ein ella fleiri løgfrøðingar sum næstformenn. Formansskapurin og limirnir verða tilnevndir fyri eitt tíðarskeið, sum kann vera upp til 4 ár.” 5) Í § 41, stk. 2, verður sum nýtt 5. pkt. sett: “Tá ið mál er til viðgerðar, har rættindafrádøming kann koma upp á tal, verða varalimirnir bidnir um at luttaka í sambandi við viðgerðina.” 6) Í § 41, stk. 6, 2. pkt. verður aftaná “Fíggjareftirlitið,” sett: “Tryggingareftirlitið,”. 7) Í § 41 verður sum stk. 8 sett: “Stk. 8. Í staðin fyri teir í stk. 1 nevndu grannskoðarar, kunnu í Grannskoðaranevndina setast persónar, sum hava tikið útbúgving uttanlands og eru góðkendir eftir reglum, sum kunnu javnmetast við reglurnar í hesi lóg.” 8) Í § 48, stk. 3 verður orðingin “Grannskoðararáðnum,” strikað.
§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2012
Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2012. Tórshavn, 26. mars 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 131/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.