Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. apríl 2013 Nr. 28

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 12, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett: “Landsstýrismaðurin kann eisini gera av, at onnur enn TAKS kunnu fáa loyvi til at avgreiða ferðagóðs til útflutnings, og í hesum sambandi at átekna faktura ella tax-free kekkar.” 2. Í § 21, stk. 4 verður “stk. 11” broytt til: “stk. 10”. 3. Í § 36 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Útlendskar sendistovur og útlendskir stjórnarsendimenn kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á teimum í kunngerð nærri ásettum vørum og tænastum, keyptar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir nærri í kunngerð, hvørjar vørur og tænastur tey í 1. pkt. nevndu kunnu fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið fyri.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 24. apríl 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 113/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙