Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. mai 2008 Nr. 28

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum seinast broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 13. juni 1995, verður gjørd hendan broyting: 1) Aftaná § 30 verður ásett. “Kap. 6a Serreglur um tænastumenn í fólkakirkjuni

§ 30a Ásetingarnar í § 2, stk. 1, 2. pkt., § 5, stk. 5, § 6, § 7, § 10 og § 11, stk. 1 eru ikki…

Ásetingarnar í § 2, stk. 1, 2. pkt., § 5, stk. 5, § 6, § 7, § 10 og § 11, stk. 1 eru ikki galdandi fyri tænastumenn í fólkakirkjuni. Stk. 2. Ásetingin í § 5 er ikki galdandi fyri størvini sum biskupur og próstur.

§ 30b Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til í staðin fyri ella samstundis, sum hann røkir egið…

Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til í staðin fyri ella samstundis, sum hann røkir egið starv, at røkja fyribils tænastu í javnstillaðum ella hægri starvi enn hansara egna.

§ 30c Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til at ganga undir tílíkar broytingar í…

Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til at ganga undir tílíkar broytingar í tænastuviðurskiftunum og tænastuøki sínum, sum ikki broyta starvseyðkennið, og sum ikki gera, at starvið ikki longur kann haldast hóskandi fyri hann.

§ 30d Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama…

Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama ósemju millum sóknarprest og kirkjulið, ið hevur verið til munandi bága fyri kirkjuliga lívið og trivnaðin á staðnum.

§ 30e Halda kirkjuráðini, at eingin av umsøkjarunum, ið hava søkt lýst starv sum sóknarprestur, er nóg…

Halda kirkjuráðini, at eingin av umsøkjarunum, ið hava søkt lýst starv sum sóknarprestur, er nóg væl skikkaður til starvið, ella eru ov fáar umsóknir komnar til starvið, kunnu kirkjuráðini heita á biskupin um at lata starvið lýsa leyst av nýggjum.”

§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 19. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Karsten Hansen (sign.) Lm. nr. 129/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙