Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. mars. 2022 Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki
(Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 21. mai 1993, løgtingslóg nr. 62 frá 3. juli 1998, § 57, stk. 3 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010, § 1 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016 og § 2 í løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3, stk. 5, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Siglingarbókin ella mynstringarváttanin skal vera í sjófólksins varðveitslu.” 2. Í § 5, 1. pkt. verður aftan á “avtalað” sett: “, sbr. tó § 19 a”. 3. Aftan á § 19, men áðrenn yvirskriftina yvir § 20, verður sett: “4 a. Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán ella vápnað rán
§ 19 a Fyri sjófólk, ið verður hildið gísli í sambandi við sjórán ella vápnað rán, er starvsavtalan…
Fyri sjófólk, ið verður hildið gísli í sambandi við sjórán ella vápnað rán, er starvsavtalan galdandi alt tíðarskeiðið, tað verður hildið gísli. Sama er galdandi, hóast starvsavtalan fer úr gildi í tíðarskeiðinum, ella um ein av pørtunum hevur boðað frá uppsøgn. Stk. 2. Sjófólk hevur rætt til løn og aðrar samsýningar sambært starvsavtaluni, viðkomandi kollektivum sáttmála ella aðrar samsýningar sambært føroyskari lóggávu alt tíðarskeiðið, tað verður hildið gísli. Stk. 3. Sjófólk, ið verður leyslatið, hevur rætt til fría heimferð við uppihaldi til bústað sín fyri reiðarans rokning.” 4. § 29, stk. 2, nr. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Sjúkrahýra verður rindað í minsta lagi 16 vikur frá tí, at skipstænastan endaði, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur.” 5. § 30, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Er sjófólk sjúkt ella skatt, tá starvið heldur uppat, hevur tað, burtursæð frá undantøkunum í 4.-6. stk., rætt til røkt fyri reiðarans rokning í minsta lagi í 16 vikur, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur og ikki meir enn 2 vikur eftir, at sjófólkið er komið til landið, har viðkomandi býr.” 6. § 35, 3. pkt. verður orðað soleiðis: “Rætturin til røkt fevnir um røkt uttan fyri heimlandið í minsta lagi í 16 vikur eftir, at sjófólkið er vorðið sjúkt ella skatt, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur.” 7. Í § 37, stk. 1 verður aftan á “avtalað” sett: “, sbr. tó § 19 a”. 8. Í § 45, stk. 1 verður aftan á “starvi” sett: “, sbr. tó § 19 a”. 9. Í § 47 verður aftan á nr. 14 sum nýtt nr. sett: “15) § 19 a um at starvsavtalan skal varðveita sítt gildi í sambandi við sjórán ella vápnað rán,”. Nr. 15-23 verða eftir hetta nr. 16-24. 10. § 63, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 53 ella § 71 a, ella skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 47, nr. 17 viðvíkjandi § 27, § 47, nr. 21 ella 24, § 53 ella § 72 b, stk. 1, 2 og 4 verða hildnar, verður viðkomandi revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár. Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 44, § 47, nr. 2 ella nr. 20, ella § 55 verður viðkomandi revsaður við sekt.” 11. Í § 73 verður aftan á “§ 13,” sett: “§ 19 a,”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 11. mars 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 54/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.