Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. februar 2023 Nr. 27

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 2. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3 c, stk. 1, 2. pkt. verður strikað. 2. § 3 c, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Í 2023 og 2024 verða í mesta lagi kr. 70.000 endurgoldnar, í 2025 verða í mesta lagi kr. 52.500 endurgoldnar, í 2026 verða í mesta lagi kr. 35.000 endurgoldnar, og í 2027 vera í mesta lagi kr. 17.500 endurgoldnar eftir hesi grein. Í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.” 3. Í § 3 c verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Fyri plug-in hybridakfør, PHEV verða til 31. august 2023 í mesta lagi kr. 35.000 endurgoldnar. At rokna frá 1. september 2023 verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4. 4. § 3 c, stk. 3, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjald eftir hesi grein skal plug-in hybridakfarið vera skrásett í seinasta lagi 30. juni 2023. Ravmagnsakfarið ella vetnisakfarið skal verða skrásett í seinasta lagi 31. desember 2027.”

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 2-4 koma í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd og hava virknað frá…

Stk. 1. § 1, nr. 2-4 koma í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd og hava virknað frá 1. januar 2023. Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. september 2023. Í Tinganesi, 27. februar 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 41/2022

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙