Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. mars 2022 Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128…
Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 14. mai 2020 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verður aftan á § 10 í kapittul III sett: “§ 10 a. Sloppin alifiskur í áum verður tikin aftur eftir nærri avgerð Landsdjóralæknans og sambært tilbúgvingarætlan, sbr. stk. 2 og 3. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann gera avtalu við Havbúnaðarfelagið um eina tilbúgvingarætlan fyri slopnan alilaks í áum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avtaluna. Stk. 3. Verður ásetingin í stk. 2 ikki nýtt, ásetur landsstýrismaðurin reglur um tilbúgvingarætlan. Stk. 4. Alifeløg, sum hava loyvi at ala laks á sjónum, hava felags ábyrgd av at rinda útreiðslurnar av tiltøkum sambært tilbúgvingarætlan. Býtið av útreiðslunum millum alifeløgini verður ásett í avtalu sambært stk. 2 ella í kunngerð sambært stk. 3. Um staðfest verður, at slopni alifiskurin stavar frá einum ávísum alifelag, kann hesum alifelag verða álagt at rinda útreiðslurnar fyri tiltøk sambært tilbúgvingarætlanini. Stk. 5. Fyri at taka aftur slopnan alifisk í áum eftir tilbúgvingarætlan sambært stk. 2 ella 3 hava persónar, sum landsdjóralæknin hevur góðkent, atgongd til áir og vøtn. Stk. 6. Reglurnar í kunngerð um síla- og laksaveiðu verða ikki nýttar upp á tiltøk, sum verða framd sambært tilbúgvingarætlan eftir hesi løgtingslóg.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 11. mars 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 53/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.