Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. mars 2000 Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: Í § 59 e, verður sett sum nýtt stk. 2: “Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi 1½ ár - er fráliðið. Um koyrirætturin í sovorðnum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan, at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Tórshavn, 7. mars 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.