Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
8. mai 1969 Nr. 27
Løgtingslóg um fýrverk
§ 1 Fýrverk má hvørki gerast ella flytast inn uttan loyvi frá landsstýrinum
Fýrverk má hvørki gerast ella flytast inn uttan loyvi frá landsstýrinum.
§ 2 Fýrverk, sum brestur, má hvørki latast, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá løgregluni
Fýrverk, sum brestur, má hvørki latast, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá løgregluni. 2. stk. Ásetanin í 1. stk. er ikki galdandi fyri sølu til sølumann.
§ 3 Fýrverk má ikki latast persónum undir 18 ár
Fýrverk má ikki latast persónum undir 18 ár.
§ 4 Landsstýrið kann fyriseta reglur
Landsstýrið kann fyriseta reglur: 1) at tilskila sløg av fýrverk kunnu undantakast frá reglunum í §§ 2 og 3, 2) um gerð, innflutning, at avhenda, at fáa sær og gera nýtslu av fýrverk, sum fyrisett er sum neyðsignal ella sum kann blandast við tílík signal, 3) um forboð fyri sølu av kemikalium, sum nýtast kunnu til gerð av fýrverk, til persónar undir 18 ár, 4) um eftirlit, at lógin verður aktað.
§ 5 Lógin er ikki galdandi fyri alment vald, sum nýtir fýrverk sum lið í virki sínum
Lógin er ikki galdandi fyri alment vald, sum nýtir fýrverk sum lið í virki sínum.
§ 6 Brot móti §§ 1-3 kemur undir bót, um so er at tað kemur ikki undir størri revsing eftir lóggávuni…
Brot móti §§ 1-3 kemur undir bót, um so er at tað kemur ikki undir størri revsing eftir lóggávuni annars. Undir somu revsingina kemur hann, sum heldur ikki treytir, sum eru fyrisettar í loyvum eftir lógini. 2. stk. Í forskriftum, sum givnar verða eftir lógini, kann revsing av bót verða fyrisett fyri brot uppá onkra forskriftina.
§ 7 Henda lógin kemur í gildi beinanvegin
Henda lógin kemur í gildi beinanvegin.
§ 8 Henda lógin ger onga broyting í lógini um spreingievnir ella í reglum, sum givnar eru eftir tí…
Henda lógin ger onga broyting í lógini um spreingievnir ella í reglum, sum givnar eru eftir tí lógini og brandlóggávuni.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.