Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 1987 Nr. 26

Løgtingslóg um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996

§ 1 Landsstýrið ásetir í kunngerð, hvørjar sjúkur lógin fevnir um

Landsstýrið ásetir í kunngerð, hvørjar sjúkur lógin fevnir um. 2. stk. Lógin fevnir um fisk (pisces), skeljadýr (molluscae) og krabbadýr (crustaceae).

§ 2 Eigarar av alifiski, skeljadýrum og krabbadýrum og aðrir, sum starvast hjá eigara, hava skyldu…

Eigarar av alifiski, skeljadýrum og krabbadýrum og aðrir, sum starvast hjá eigara, hava skyldu til beinanvegin at siga landsdjóralæknanum frá, um teir gruna, at fiskur, skeljadýr og krabbadýr eru fongd við ella eru deyð av sjúku. 2. stk. Somuleiðis hevur tann, ið hevur av óvart verið varugur við villan fisk, skeljadýr ella krabbadýr, ið eru fongd við ella eru deyð av sjúku, skyldu beinanvegin at siga landsdjóralæknanum frá.

§ 3 Ikki er loyvt at selja, geva burtur, keypa, taka ímóti ella at seta út livandi fisk, skeljadýr og…

Ikki er loyvt at selja, geva burtur, keypa, taka ímóti ella at seta út livandi fisk, skeljadýr og krabbadýr ella livandi rogn av fiski, um illgruni er um, at fiskur, skeljadýr og krabbadýr ella rogn av hesum er fongt við sjúku. 2. stk. Landsdjóralæknin kann í serligum føri geva undantaksloyvi frá reglunum í 1. og 2. stk., og kann seta treytir í loyvinum.

§ 4 Ikki er loyvt at innflyta livandi fisk, skeljadýr, krabbadýr ella yngul og rogn av hesum

Ikki er loyvt at innflyta livandi fisk, skeljadýr, krabbadýr ella yngul og rogn av hesum. 2. stk. Landsdjóralæknin kann í serligum føri geva undantaksloyvi frá reglunum í 1. stk., og kann seta treytir í loyvinum.

§ 5 Ikki er loyvt at flyta inn brúkta aliútgerð og aðrar vørur og lutir til alivinnuna, ið kunnu bera…

Ikki er loyvt at flyta inn brúkta aliútgerð og aðrar vørur og lutir til alivinnuna, ið kunnu bera við sær smittu. 2. stk. Brúkt fiskiamboð sambært 1. stk. kunnu bert verða innflutt, um tey eru sóttreinsað eftir reglum ásettum av landsstýrinum. Tó kann landsstýrið í serligum førum, tá talan t.d. er um nótir og flótitrol eftir umsókn og eftir tilmæli frá landsdjóralækanum geva undantaksloyvi. 3. stk. Landsstýrið kann seta í gildi reglur viðvíkjandi flutningi oyggjanna millum fyri at tálma, at sjúka hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum spjaðir seg út um landið. 4. stk. Landsstýrið kann avgera ella seta í gildi reglur um at áleggja innflytara at gjalda útreiðslur, ið standast av kanningum, ið eru neyðugar fyri at hava eftirlit við tí í 1.-3. stk. nevndu viðurskiftum og kann krevja kostnaðin inn við útpanting.

§ 6 Landsdjóralæknin kann gera av, at fiskur, yngul, rogn, vørur ella lutir, ið eru innflutt ella sum…

Landsdjóralæknin kann gera av, at fiskur, yngul, rogn, vørur ella lutir, ið eru innflutt ella sum roynt hevur verið at innflyta ímóti reglum við heimild í §§ 4 og 5, kunnu sendast aftur av landinum ella at beint verður fyri teimum, fyri rokning innflytarans, hóast tað at fiskurin, skeljadýr og krabbadýr, rognið, yngulin, vøran ella luturin er ogn hjá øðrum.

§ 7 Landsdjóralæknin kann krevja, at tiltøk verða sett í verk, eisini at fiskur, skeljadýr ella…

Landsdjóralæknin kann krevja, at tiltøk verða sett í verk, eisini at fiskur, skeljadýr ella krabbadýr verða avlívað, um tað verður hildið neyðugt fyri at fyribyrgja, avmarka ella beina fyri teimum sjúkum, sum lógin fevnir um. Áðrenn landsdjóralæknin kann geva boð um at avlíva fisk, krevur hetta tó góðkenning frá landsstýrinum. 2. stk. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu tiltøk. 3. stk. Verður fiskur, skeljadýr ella krabbadýr avlívað eftir boðum landsdjóralæknans, kann endurgjald verða veitt úr endurgjaldsgrunninum. Stk. 4-6. 1) 2) (Strikað).

2) (Strikað).

§ 9 Landsdjóralæknin ella annar, sum landsdjóralæknin hevur givið fulltrú, hevur við neyðugari…

Landsdjóralæknin ella annar, sum landsdjóralæknin hevur givið fulltrú, hevur við neyðugari lógarváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til húsrúm, øki og støðir, har sjúkur, sum lógin fevnir um, kunnu koma fyri, og har fáa høvi at gera neyðugar kanningar.

§ 10 Avgerðir landsdjóralæknans eftir lógarinnar §§ 4, 2. stk., 6 og 7 ella ávísandi til reglur við…

Avgerðir landsdjóralæknans eftir lógarinnar §§ 4, 2. stk., 6 og 7 ella ávísandi til reglur við heimild í lógini kunnu verða skotin inn fyri landsstýrið. Avgerð um at avlíva sambært § 7, stk. 1, kann ikki kærast til landsstýrið. 2. stk. Freistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað avvarðandi, tó 24 tímar í teim í §§ 6 og 7, 1. stk., nevndu førum. 3. stk. Landsdjóralæknans avgerð kann verða skotin inn fyri landsstýrið av: 1) tí, til hvønn avgerðin er vend, 2) einum og hvørjum, sum haldast má at hava serstaka týdningarmiklan áhuga í úrslitinum av málinum. 4. stk. Tað, at málið verður skotið inn fyri hægri rætt, virkar ikki tálmandi á avgerðir landsdjóralæknans. Landsstýrið kann tó gera av, at innskjótingin fyri landsstýrið skal tálma avgerðini.

§ 11 Um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg, kann tann verða sektaður, sum

Um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg, kann tann verða sektaður, sum: 1) ger brot á §§ 3, 4, 1. stk., og § 5, 2) letur vera við at lýða boð ella eina upplýsingarskyldu eftir § 2, 1. og 2. stk., og § 7 ella reglum ásettum við heimild í lógini, 3) setir tilsíðis treytir, sum eru ásettar í loyvi ella góðkenning ávísandi til lógarinnar §§ 3, 2. stk., 4, 2. stk., ella ávísandi til reglur fyriskipaðar við heimild í lógini. 2. stk. Brot kann ásetast sum revsing fyri brot á reglur, sum ásettar eru við heimild í lógarinnar § 5, 2. og 3. stk. 3. stk. Fyri brot, sum gjørd eru av partafeløgum, smápartafeløgum, lutafeløgum e.t. kann felagnum sum slíkum verða áløgd bótarskylda. Er brotið gjørt av kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann bótarskyldan verða løgd á kommununa ella kommunala felagsskapin.

§ 12 Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerðing

Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerðing. 2. stk. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 46 frá 23. juni 1970 um forboð móti innflutningi av livandi sílum og laksi sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 2. august 1985. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 30. juni 1992. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996, har § 9 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2.Samstundis fer úr gildi § 7, stk. 4-6 og § 8 í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum við seinni broytingum.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙