Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. februar 2023 Nr. 26

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum

(Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør og avgjaldsjavnseting av bensin- diesel- hybridakførum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3, stk. 2 verður strikað. 2. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum verða skrásettir í: 1) 2025 skulu rinda 7,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 11,25% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000, 2) 2026 skulu rinda 15% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 22,5% av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000, 3) 2027 skulu rinda 22,5% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 33,75% av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000, og 4) 2028 og fylgjandi ár 30% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 45% av avgaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000.” 3. Í § 7, stk. 1, nr. 8 verður “desember 2022” broytt til: “desember 2024”.

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 2 og 3 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd og hava…

Stk. 1. § 1, nr. 2 og 3 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd og hava virknað frá 1. januar 2023. Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. september 2023.

§ 3 Persónar, sum hava fingið skrásett ravmagn- ella vetnisakfar í 2023, men áðrenn henda løgtingslóg…

Persónar, sum hava fingið skrásett ravmagn- ella vetnisakfar í 2023, men áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi, kunnu søkja Akstovuna um at fáa virðisgjaldið endurgoldið. Í Tinganesi, 27. februar 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 40/2022

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙