Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. mai 2008 Nr. 25
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4, stk. 1 og 3, § 5, stk. 3, 1. pkt, § 6, stk. 1 og 2, §§ 7-10, tvær staðni í § 11, stk. 1, § 11, stk. 2, § 12, stk. 1, 2 og 4, § 13, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 14, § 15, stk. 2, 1. og 2. pkt, § 17, 1. og 2. pkt., § 18, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 18, stk. 3 og 4, § 20, stk. 1 og 2, § 21, stk. 1 og 2, § 23, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 23, stk. 2, § 24, stk. 1 og 2, § 25, § 26, stk. 2, §§ 27, 28, 32 og 33, § 34, stk. 1, 2 og 5, § 35, stk. 1 og stk. 2, 2. pkt., § 36, § 37, stk. 3, 2. pkt., § 39, stk. 1 og stk. 2, 2. pkt., § 40, stk. 2, §§ 42- 46, § 47, stk. 1 og 3, § 48, stk. 1, §§ 49- 51, § 53, stk. 1 og tvær staðni í stk. 2, 2. pkt., § 54, tvær staðni í § 55, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 56, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 56, stk. 2, § 57, stk. 1, 2, 3 og 4, § 59, § 67, stk. 4 og §§ 69 og 75 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 2) Í § 5, stk. 4, § 16, § 26, stk. 3, § 29, § 35, stk. 2, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 47, stk. 2, § 53, stk. 2, 1., 2. og 3. pkt., § 58, § 70, stk. 1, § 76, stk. 2 og 3 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 3) Í § 6, stk. 2 verður landsstýrisins” broytt til: “landsstýrismansins”. 4) Í § 45 og í § 70, stk. 3 verður “Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: “Umhvørvisstovuni”. 5) Í § 70, stk. 3 verður “Føroya landsstýri” broytt til: “landsstýrismannin”. 6) Í yvirskriftini til kapittul 12 og í § 70, stk. 1 verður “Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: “Umhvørvisstovuna”. 7) Í § 72, stk. 1, nr. 2 verður aftaná “§ 34” sett: “, §§ 35a-35e”. 8) Í § 72, stk. 3 verður aftaná “§ 6” sett: “, § 7” og aftaná “§ 23” verður sett: “, §§ 35a-35e”. 9) Aftaná § 34 verður sett: “5 a. kapittul Avmarking av inn- og útflutningi,nýtsla o.a. av evnafrøðiligumevnum
§ 35 a Tá tað verður mett neyðugt fyri at tryggja, at evnafrøðilig evni ella framleiðslur ikki hava við…
Tá tað verður mett neyðugt fyri at tryggja, at evnafrøðilig evni ella framleiðslur ikki hava við sær vanda fyri heilsuna ella hava við sær skaða á umhvørvið, kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um avmarking í og forboð móti sølu, inn- og útflutningi og nýtslu av ávísum evnafrøðiligum evnum og framleiðslum ella evnafrøðiligum evnum og framleiðslum við nærri ásettum eginleikum. Í hesum sambandi kunnu m.a. krøv verða sett til reinleikan hjá hesum evnum og til styrkina av teimum evnum, sum eru partur av einari evnafrøðiligari framleiðslu. Stk. 2. Tá tað verður mett neyðugt fyri at tryggja, at aðrar vørur enn tær, sum eru nevndar í stk. 1, ikki hava við sær vanda fyri heilsu ella hava við sær skaða á umhvørvið, kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um innihald í vørum ella forboð ímóti ella í hvønn mun, vørur mugu lata frá sær ávís evnafrøðilig evni ella framleiðslur. Á sama hátt kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um innihaldið í einari vøru, ella um og í hvønn mun vørur mugu lata frá sær evnafrøðilig evni ella framleiðslur við nærri ásettum eginleikum. Stk. 3. Eftir somu treytum sum í stk. 2 kann landsstýrismaðurin taka avgerð um ella áseta nærri reglur um, at vøra, ið inniheldur ella letur frá sær evnafrøðilig evni ella framleiðslur, ikki má verða seld ella nýtt til ávís nærri ásett endamál. Á sama hátt kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um, at ávís evnafrøðilig evni ella framleiðsla ikki mugu verða seld uttan umbiðingarseðil frá eftirlitsmyndugleikanum til ávís nærri tilskilað endamál.
§ 35 b Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at til evnafrøðilig evni, framleiðslur ella vørur…
Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at til evnafrøðilig evni, framleiðslur ella vørur skal brúkaraleiðbeining fylgja við. Í hesum sambandi kunnu krøv verða sett til m.a. tilevning og innihald í brúkaraleiðbeiningini, herundir krav um, at leiðbeiningin skal verða góðkend av landsstýrismanninum ella tí, ið landsstýrismaðurin hevur heimilað til tess. Stk. 2. Í brúkaraleiðbeiningunum eftir stk. 1 kunnu verða ásettar bindandi reglur um nýtslu, varðveitslu og burturbeining av evninum, framleiðsluni ella vøruni.
§ 35c Tá atlitið at umhvørvisvernd annars talar fyri hesum, kann landsstýrismaðurin, uttan at…
Tá atlitið at umhvørvisvernd annars talar fyri hesum, kann landsstýrismaðurin, uttan at treytirnar í § 35a eru loknar, taka avgerð ella áseta nærri reglur um avmarkingar í, ella forboð móti nýtslu ella sølu av teimum í § 35a nevndu evnum, framleiðslum ella vørum. Stk. 2. Sølu- ella nýtsluforboð eftir stk. 1 kann verða sett, um annað evni, framleiðsla ella vøra ella háttalag við sama nýtsluøki kann koma í staðin, sum í týðandi mun avmarkar álkingina í sambandi við framleiðsluna, brúkið ella burturbeiningina av viðkomandi evni v.m., ella sum annars í týðandi mun kann vera við til at bøta um møguleikan at nýta reinari tøkni. Stk. 3. Treytin fyri at seta søluavmarkingar ella søluforboð eftir stk. 1 er harafturat, at tey evni, framleiðsla ella vøra, sum sambært stk. 2 skal koma í staðin, samanumtikið kann koma í staðin uttan munandi meirkostnað fyri fyritøkurnar og brúkararnar.
§ 35 d Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldu at gera og lata myndugleikunum frágreiðingar…
Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldu at gera og lata myndugleikunum frágreiðingar og upplýsingar um ymisk evni o.a., herundir skráseting av nýtslunøgdum og skráseting av útlátshagtølum, skráseting og merking av ávísum evnum í virkjum. Harumframt kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at einkultpersónar, feløg og almennir myndugleikar, ið hava tílík evni um hendi, skulu lata inn stakroyndir og aðrar upplýsingar um hesi evni, umframt frágreiðingar um í hvønn mun hesi evni verða brúkt, eins og onnur viðurskifti.
§ 35 e Í sambandi við forboð móti sølu ella nýtslu eftir § 35a kann landsstýrismaðurin áleggja…
Í sambandi við forboð móti sølu ella nýtslu eftir § 35a kann landsstýrismaðurin áleggja framleiðara ella innflytara fyri egnu rokning at afturkalla evnið, framleiðsluna ella vøruna frá sølufólki ella brúkara.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis verður danski teksturin settur úr gildi. Tórshavn, 14. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Helena Dam á Neystabø (sign.) Lm. nr. 113/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.