Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. apríl 2006 Nr. 24
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mei 1997, verður gjørd henda broyting: Aftaná § 1 verður sett inn: “§ 1 a. Fyri skip, ið ikki kann metast sum føroyskt sambært § 1, men har eigarin er likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur bústað ella er skrásettur innan umveldisvídd sáttmálans, kann landsstýrismaðurin í sjóvinnnumálum áseta reglur um treytir fyri skráseting sum føroyskt skip, herundir treytir um, at skipið skal vera fyrisitið og vera undir eftirliti úr Føroyum. Stk. 2. Skip, sum sambært stk. 1 er tikið upp í føroysku skipaskránna, verður sett javnbjóðis við føroyskt skip og hevur rætt til at sigla undir føroyskum flaggi.”
§ 2 Henda løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands,…
Henda løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin. Tórshavn, 12.apríl 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 89/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.