Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. februar 2000 Nr. 23

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 12, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri nýtslu av stk. 1 og gera av, at vørur og tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning, í øðrum førum kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu."

§ 22 , stk. 2, verður orðað soleiðis

, stk. 2, verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,0% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna. Rentan verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1, fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldkomumánaðinum at rokna.” 3) Í § 22 verður sett sum stk. 3: ”Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 4) § 32, stk. 4, verður orðað soleiðis: ”Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna.” Í § 33, stk. 1, litra b, verður ”§ 12, 6. stk., 2. punktum” broytt til: ”§ 12, stk. 5, 2. punktum”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-5, hava virknað frá…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-5, hava virknað frá 1. januar 2000. Tórshavn, 21. februar 2000 Anfinn Kallsberg (sign) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙