Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
17. mai 2004 Nr. 23
Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 26 verður stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Vørur á goymslu, ráevni eins og hálv- og fullvirkaðar vørur, verða taldar upp í inntøkuuppgerðina við tí keypsvirði, ávikavist framleiðsluvirði, sum vørurnar hava, tá inntøkuárið gongur út. Livandi alifiskur, herundir smolt, kemur ikki undir ásetingina í 1. pkt. Har keypsvirðið, ávikavist framleiðsluvirðið, veruliga hevur verið lægri, er loyvt at rokna við tí. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur fyri uppgerðina.” 2) Í § 33, nr. 5 verður litra a orðað soleiðis: “a. vísir skattauppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni fylgjandi árini. Hall kann tó bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.” 3) Í § 33, nr. 5 verður litra b orðað soleiðis: “b. fær hin skattskyldugi neyðskuldarsemju, verður skuld eftirgivin ella verður avtala gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verður óbrúkt frádráttarbart hall frá avvarðandi og eldri inntøkuárum lækkað við somu upphædd, sum skuldin verður lækkað við. Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir lóg um skatt av kapitalvinningi. Lækkingin er bert galdandi fyri inntøkuárið, har skuldareftirgevingin verður staðfest, úrskurður um neyðskuldarsemju verður gjørdur, ella avtala um skuldarsemju verður gjørd, og seinni inntøkuár. Skulu hall frá fleiri inntøkuárum lækkast, verður óbrúkt hall frá eldri árum lækkað áðrenn óbrúkt hall frá yngri árum. Heil ella lutvís umlegging av skuld til partabrøv ella umbýtilig lánsbrøv verður síðustillað við skuldarsemju eftir 1. pkt. Í sambandi við umlegging av skuld verður hallið lækkað við tí upphædd, sum svarar til munin millum áljóðandi og kursvirðið á umløgdu skuldini umbýtisdagin.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður gjørd henda broyting: Í § 14 verður stk. 3 orðað soleiðis: Vísir skattauppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í uppgerðini eftir hesi grein fylgjandi árini. Hall kann bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í møguligum nettovinningi eitt fyrri ár.
§ 3 Í løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi…
Í løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 7. mars 2000 verður gjørd henda broyting: Í § 10, stk. 1 verður “20 tey næstu árini. Hesa tíðina kann frádrátturin” broytt til: “fylgjandi árini. Frádrátturin kann”.
§ 4 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at § 1, nr. 2, § 2 og § 3…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at § 1, nr. 2, § 2 og § 3 hava virknað fyri hall, staðfest í 2002 og seinni. Tórshavn, 17. mai 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 59/2003
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.