Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2025 Nr. 217

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning

(Hægri avgjøld á tubbak og snús - fylgilógaruppskot til FLU 2026)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutning, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 30. apríl 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrinum 2402.10.00 í 3. teigi broytt frá “100 stk. 175,00 kr.” til: “100 stk. 200,00 kr.” 2. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2402.20.10 til 2402.90.00 í 3. teigi broytt frá “100 stk. 145,00 kr.” til: “100 stk. 180,00 kr. 3. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2403.11.00 til 2403.91.00 í 3. teigi broytt frá “215,00 kr. pr. kg.” til: “280,00 kr. pr. kg.” 4. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2403.99.20 til 2403.99.90 í 3. teigi broytt frá “144,00 kr. pr. kg.” til: “2.000,00 kr. pr. kg.”, tó so, at punkt avgjaldið á vørunummarið 2403.99.35 verður ásett til “800,00 kr. pr. kg.” 5. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2404.11.00 til 2404.19.90 í 3. teigi broytt frá “215,00 kr. pr. kg.” til: “2.000,00 kr. pr. kg.” 6. Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður aftan á vørunummar 2404.12.00 sum nýtt vørunum mar sett: “2404.19.10”, “0”, “2.000 kr. pr. kg.”, “Sum hevur í sær tubbakerstatning”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 2.…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 2. desembur 2025. Í Tinganesi, 22. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 18/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙