Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. desember 2025 Nr. 212
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar
(Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117, frá 9. desember 2024, verða gjørdar hesar broy tingar: 1. Í § 10, stk. 4 verður “forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni” broytt til: “løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um barnavernd”. 2. § 18 verður orðað soleiðis: “§ 18. Hesar upphæddir verða útgoldnar uttan mun til inntøkugrundarlagið hjá pensjónistinum: 1) Grundupphædd til fólkapensjónist føddur áðrenn 1. januar 1953, 2) avlamisviðbót sambært § 2, stk. 3, 3) viðbøtur sambært § 2, stk. 5, nr. 1-3, og 4) avlamisveiting. Stk. 2. Hesar upphæddir verða roknaðar eftir inntøku sambært reglunum í § 19: 1) Grundupphædd til fólkapensjón hjá persóni, ið er føddur eftir 31. desember 1952, 2) grundupphædd til fyritíðarpensjón, 3) viðbót sambært § 2, stk. 2, og 4) eyka viðbót sambært § 2, stk. 4.” 3. Í § 19 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis: “Hjá pensjónisti, føddur áðrenn 1. januar 1953, lækkar viðbótin við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Stk. 2. Hjá pensjónisti, føddur aftan á 31. desember 1952, lækkar grundupphæddin til fólkapensjón við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Lækking av viðbót verður gjørd í framhaldi av lækkingini av grundupphæddini við 25%.” 4. Í § 20, stk. 1 verður “seinast uppgjørda” strikað. 5. § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast leiguinntøkur sambært § 8 a í løgtingslóg um áseting av skatti og nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi.” 6. § 20, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum pensjón verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnir undan pensjónsútgjaldi. Fyri B-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, ið pensjón verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár. Hevur pensjónistur bæði A-inntøku og B-inntøku, verður pensjón fyrst ásett við støði í A-inntøku. Tá B-inntøkan er staðfest, verður B-inntøkan løgd aftrat, og pensjónin ásettt samsvarandi samlaðu inntøkuni frá mánaðinum eftir, at B-inntøkan er staðfest.” 7. Í § 20 verður stk. 6 strikað, og í stk. 7, sum verður stk. 6, verður “stk. 1-6” broytt til: “stk. 1-5”. 8. Heitið á kapitli 6 verður orðað soleiðis: “Ásetan, broytingar, fyrisitingarligar reglur o.a.” 9. § 21 verður orðað soleiðis: “§ 21. Pensjón verður ásett mánaðarliga. Pensjónin verður ásett eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Stk. 2. Hevur pensjónistur A-inntøku afturat pensjónini, verður full pensjónupphædd ásett fyrsta mánaðin eftir pensjónstillutan. Eftir hetta verður pensjónin ásett mánaðarliga við støði í inntøkuni mánaðin frammanundan, umroknað til eitt 12 mánaða tíðarskeið. Stk. 3. Hevur pensjónistur B-inntøku afturat pensjónini, verður full pensjónsupphædd ásett fram til fyrstu álíkning fyri inntøku, ið er forvunnin eftir pensjónstillutan. Eftir hetta verður pensjónin ásett í mun til seinast álíknaðu ársinntøkuna. Stk. 4. Henda broytingar í hjúnastøðu, uppihaldsskyldu ella í øðrum viðurskiftum, ið hava týdning fyri ásetan av pensjón, verður pensjónin ásett av nýggjum galdandi frá mánaðinum eftir, at viðurskiftini eru broytt.” 10. § 21 a verður orðað soleiðis: “§ 21 a. Pensjón verður eftirroknað, tá inntøka pensjónistsins verður umlíknað afturvirkandi hjá TAKS ella útlendskum skattamyndugleika, og samsvar ikki er millum umlíknaðu inntøkuna og útgoldnu pensjónina í sama tíðarskeiði. Pensjón verður eisini eftirroknað, tá fullfíggjaðar inntøkuupplýsingar eru tøkar hjá persóni, har TAKS hevur ásett inntøkuna. Stk. 2. Vísir eftirrokningin sambært stk. 1, at ein pensjónistur hevur fingið ov lága veiting, verður avlopsupphæddin útgoldin. Stk. 3. Vísir eftirrokningin sambært stk. 1, at ein pensjónistur hevur fingið ov høga veiting, verður pensjónin frameftir ásett við støði í nýggja inntøkugrundarlagnum galdandi frá mánaðinum eftir, at pensjónistur er endaliga umlíknaður hjá TAKS ella útlendskum skattamyndugleika. Fær pensjónistur ikki longur pensjón verður pensjónisturin kravdur eftir tí muninum, um upphæddin er omanfyri 1.500 kr.” 11. § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Persónur, sum fær veiting eftir hesi løgtingslóg, skal boða Almannaverkinum frá einihvørji broyting í viðurskiftum, sum ætlast at hava við sær, at veitingin broytist, íroknað upplýsingar um broytingar í m.a. hjúnastøðu, uppihaldsstøðu, flyting ella andláti. Stk. 2. Persónur, sum hevur B-inntøku, hevur skyldu at veita Almannaverkinum neyðugar upplýsingar um inntøku frá viðkomandi skattamyndugleika soleiðis, at Almannaverkið kann áseta pensjónina samsvarandi inntøkuni. Stk. 3. Í teimum førum inntøkuupplýsingar hjá persóni við B-inntøku ikki fyriliggja áðrenn vanligu tíðarfreistirnar hjá TAKS, kann Almannaverkið áseta pensjónina eftir væntaðari inntøku. Verða neyðugar upplýsingar ikki veittar, kann Almannaverkið taka avgerð um ikki at áseta pensjón. Stk. 4. Flytur ein pensjónistur, skal hann geva Almannaverkinum fráboðan um nýggja bústaðin.” 12. Í § 23, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Um avtala verður gjørd um hetta, ella pensjónisturin ikki setir seg ímóti tí, kann afturgjaldingin fremjast við, at ein upphædd verður drigin frá í komandi pensjónsútgjøldum til pensjónistin.” 13. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Rætturin til veitingar sambært hesi løgtingslóg heldur uppat við endan av mánaðinum, ið persónur doyr. Hevur pensjónistur útsett pensjón sambært § 9 a, heldur rætturin til veitingar sambært hesi løgtingslóg tó uppat dagin eftir, at pensjónisturin doyr. Stk. 2. Í teimum førum at persónur doyr aftaná, at Almannaverkið hevur útgoldið veitingina, verður veitingin ikki kravd aftur. Stk. 3. Rætturin til veitingar sambært hesi løgtingslóg heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftan á mánaðin, at pensjónistur flytur av landinum, sbr. tó § 3 og § 3 b. Stk. 4. Doyr ein giftur ella samlivandi pensjónistur, og hava bæði hann og tann eftirsitandi fingið pensjón, hevur tann eftirsitandi rætt til at fáa pensjónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum til samans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensjónisturin doyr. Tó fella møguligar hjálparviðbøtur, røktarviðbøtur og barnaviðbøtur burtur sama dag, at ein pensjónistur doyr. Stk. 5. Fyri samlivandi pensjónist er tað ein treyt fyri at fáa veiting sambært stk. 4, at viðkomandi persónur hevur fingið pensjón sum samlivandi sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.” 14. § 28, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fær pensjónistur, ið fær pensjón útgoldna frammanundan, varandi pláss á bústaði sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fella røktarviðbótin og hjálparviðbótin burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftan á mánaðin, pensjónisturin flytur á bústaðin. Er pensjónin goldin afturúr, fella røktarviðbót og hjálparviðbót burtur við endan av tí mánaði, sum pensjónisturin flytur á bústaðin, sbr. § 34, stk. 2 og 3.” 15. Í § 28, stk. 2 verður 1. pkt. orðað soleiðis: “Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri pensjónist, sum verður innlagdur á sjúkrahús, og fyri pensjónist, sum av teimum undir stk. 1 nevndu bústøðum verður settur í røkt í privatum heimi undir umsjón av einum almennum ella alment góðkendum stovni.” 16. § 28, stk. 4 verður strikað. 17. Í § 33 stk. 3 verður “lóg um almenna forsorg” broytt til: “løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 18. § 34 verður orðað soleiðis: “§ 34. Pensjón, tillutað áðrenn 1. januar 2026, verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin. Pensjón, tillutað aftan á 31. desember 2025, verður útgoldin afturúr eina ferð um mánaðin. Stk. 2. Persónur, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón áðrenn 1. januar 2026, og sum flytur til fólkapensjón aftan á 31. desember 2025, fær fólkapensjón útgoldna afturút. Rætturin til fyritíðarpensjón hjá viðkomandi dettur burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftan á mánaðin, persónurin røkkur fólkapensjónsaldri. Stk. 3. Persónur, ið hevur útsett útgjaldið av fólkapensjón áðrenn 1. januar 2026, og sum steðgar útsetanini aftan á 31. desember 2025, fær fólkapensjón útgoldna afturúr.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 116 frá 9. desember 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Viðbót til ávísar pensjónistar, tillutað aftan á 31. desember 2025, verður útgoldin afturúr eina ferð um mánaðin. Stk. 4. Rætturin til viðbót til ávísar pensjónistar heldur uppat við endan av mánaðinum, ið persónur doyr. Stk. 5. Í teimum førum at persónur doyr aftan á, at Almannaverkið hevur útgoldið veitingina, verður veitingin ikki kravd aftur.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 6. 2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Treytin fyri at fáa viðbótina er, at pensjónistur seinastu 12 mánaðirnar undan útgjaldsmánað, saman við hjúnafelaga ella samliva, ikki hevur hægri inntøkugrundarlag enn 80.000 kr., og at stakur pensjónistur ikki hevur hægri inntøkugrundarlag enn 60.000 kr.”
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2026. Tó koma § 1, nr. 4 og 6-10 og § 2 í gildi 1. januar 2027. Í Tinganesi, 15. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 22/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.