Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. desember 2025 Nr. 211

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

(Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku o.a.” 2. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett: “(Sjúkradagpeningalógin)” 3. Í § 9, stk. 3 verður “fer í grunn” broytt til: “fer á frítíðarlønarkontu”. 4. Aftan á § 13 verður sum kapittul 6 a sett: “Kapittul 6 a Endurgjald til privatar arbeiðsgevarar

§ 13 a Privatur arbeiðsgevari, ið seinast álík naða inntøkuár hevur útgoldið í mesta lagi 4 mió. kr. í…

Privatur arbeiðsgevari, ið seinast álík naða inntøkuár hevur útgoldið í mesta lagi 4 mió. kr. í lønum, kann søkja um at fáa endur goldnar lønarútreiðslur til ein starvsmann sam bært løgtingslóg um starvsmenn, ið hevur verið óarbeiðsførur vegna sjúku longur enn 4 vikur. Stk. 2. Endurgjaldið verður gjørt upp eftir reglunum í kapittul 4 í løgtingslógini og verður bara veitt fyri tíðarskeiðið, sum fer út um 4 vikur.

§ 13 b Markið fyri útgoldnar lønir í § 13 a, 1. pkt. verður javnað tann 1. januar á hvørjum ári við…

Markið fyri útgoldnar lønir í § 13 a, 1. pkt. verður javnað tann 1. januar á hvørjum ári við lutfalsligu lønarhækkingini sambært sátt mála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag árið frammanundan.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026. Í Tinganesi, 15. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 30/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙