Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2008 Nr. 21

Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um barsilsskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 20. november 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 2, pkt. 2 verður í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur”, og í staðin fyri “14 vikurnar sett: 34 vikurnar”. 2) § 1, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í upp til 38 vikur tilsamans. Foreldrini hava ikki rætt til barsilsfarloyvi samstundis eftir pkt. 1, og barsilsfarloyvið skal verða tikið innan fyri fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð”. 3) Eftir stk. 5 verður sett: “Stk. 6. Foreldrini hava, hóast stk. 3, rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening eftir § 9, stk. 5 og 6”. 4) Í § 2, stk. 3 verður í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur”, og í staðin fyri “18 vikurnar” sett: “38 vikurnar”. 5) Eftir § 8 verður sett: “§ 8 a. Tað er ein treyt fyri útgjaldi eftir lógini, at viðkomandi skrivliga váttar, at hon/hann er um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum”. 6) Í § 9, stk. 1, pkt. 2 verður í staðin fyri “24 vikur” og “24 vikurnar” sett: “30 vikur” og “30 vikurnar”. 7) Í § 9, stk. 2, 1. pkt., verður í staðin fyri “upp til 10 vikur” sett: “upp til 16 vikur”. 8) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Faðirin at barninum hevur rætt til barsilspening í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð”. 9) Í § 9, verður í stk. 4 í staðin fyri “24 vikur” sett: “34 vikur”. 10) Í § 9 verður eftir stk. 4 sett: “Stk. 5. Um mamman ella pápin er einsamøll/ einsamallur við barninum, hevur mamman rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3 og pápin rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til mammuna eftir stk. 1 og 2. Treytin fyri at fáa barsilspening eftir 1. pkt. er, at hitt av foreldrunum ikki samstundis er frá arbeiði við løn. Foreldrini kunnu avtala, at at pkt. 1 heilt ella partvís ikki skal verða galdandi, um pápin ávikavist mamman er um barnið hetta tíðarskeiðið. Stk. 6. Foreldrini kunnu avtala, at mamman skal hava 2 vikur av tí partinum av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3.” 11) Í § 10, stk. 1 verður í staðin fyri “ 28 vikur” sett: “tilsamans 38 vikur”, og í stk. 3 í staðin fyri “2 vikur” sett: “4 vikur” og í staðin fyri “18 vikurnar” sett: “34-38 vikurnar”.

§ 2 Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni 2008

Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni 2008. Tórshavn, 8. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørt Samuelsen (sign.) Lm. nr. 181/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙