Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mars 2001 Nr. 21
Løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1 Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 2000, verður § 43, stk. 1, orðað soleiðis: “Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum, tó ikki útreiðslur til fíggjarligt frípláss, verða goldnar av landskassanum. Útreiðslur til fíggjarlig frípláss verða goldnar av kommununum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. Tórshavn, 2. mars 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.