Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. desember 2025 Nr. 205
Løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.
(Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lov nr. 28 frá 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne m.v., sum broytt við lov nr.…
Í lov nr. 28 frá 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne m.v., sum broytt við lov nr. 217 frá 27. mai 1970, lov nr. 153 frá 31. mars 1976, § 1 í lov nr. 566 frá 16. november 1977, lov nr. 350 frá 18. apríl 2007, lov nr. 512 frá 27. mai 2013 og lov nr. 1461 frá 10. desember 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 1 a verður sett: “§ 1 b. Grunnurin er sjálvstøðugur almennur grunnur. Landsstýrisfólkið hevur eftirlit við grunninum og velur grannskoðara á ársfundi grunsins. Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við í løgtingsfíggjarlógina. Stk. 3. Grunnurin ger á hvørjum ári eina ársfrásøgn í samsvari við ársroknskaparlógina við neyðugum tillagingum. Grannskoðað ársfrásøgn, góðkend av stýrinum í grunninum, skal saman við viðmerkingum grannskoðarans verða latin landsstýrisfólkinum í seinasta lagi 4 mánaðir eftir roknskaparenda. Stk. 4. Grunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu sum eksternur grunnur í landsroknskapinum. Stk. 5. Grunninum er heimilað at rinda landskassanum part av ársúrslitinum eftir skatt.” 2. Aftan á § 4 a verður sett: “§ 4 b. Grunnurin fær heimild til at veita P/F Vága Floghavn lán á í mesta lagi 350 mió. kr. Lánið kann vera rentufrítt og fellur til gjaldingar upp til 10 ár eftir, at lánið er latið.
§ 4 c Grunnurin fær heimild til at veita P/F Suðuroyartunlinum lán á í mesta lagi 350 mió. kr. Lánið…
Grunnurin fær heimild til at veita P/F Suðuroyartunlinum lán á í mesta lagi 350 mió. kr. Lánið kann vera rentufrítt og fellur til gjaldingar upp til 30 ár eftir, at lánið er latið.
§ 4 d Inntøka sum verður staðfest av rentufríum lánum, sbr. § 4 b og § 4 c, hjá nevndu partafeløgunum,…
Inntøka sum verður staðfest av rentufríum lánum, sbr. § 4 b og § 4 c, hjá nevndu partafeløgunum, telist ikki við í teirra skattskyldugu inntøku.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1 hevur virknað frá 1. januar 2025. Í Tinganesi, 11. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 27/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.