Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. desember 2025 Nr. 204
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
(Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða…
Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 51 frá 12. mai 2015, løgtingslóg nr. 108 frá 10. oktober 2023 og løgtingslóg nr. 40 frá 25. mars 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 78, stk. 1, verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Vinnusjúkugrunnurin virkar somuleiðis fyri upplýsing um vinnusjúkur og fyribyrging av vinnusjúkum.” 2. Í § 78, stk. 4, verða 2. og 3. pkt. orðað soleiðis: “Inntøkur grunsins skulu nýtast til endurgjald fyri vinnusjúkur, sum eru fráboðaðar í árinum, útreiðslur til umsiting, heruppií kostnað til Vanlukkutryggingarráðið, virksemi, sum hevur til endamáls at upplýsa um og fyribyrgja vinnusjúkum, og til avsetingar til tiltakspeningin.” 3. Í § 79, stk. 2 og 3, verður “0,10%” broytt til: “0,05%”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026. Í Tinganesi, 11. desember 2025 Aksel. V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 23/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.