Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. mars 2011 Nr. 20
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 100, stk. 3 verður “15. mars” broytt til: “1. mai”. 2) Í § 105, stk. 1 verður “persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu“, broytt til: “løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri skattaárið 2010 og frameftir. Tórshavn, 11. mars 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 169/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.