Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. desember 2025 Nr. 198
Løgtingslóg um sterilisatión og kastratión
(Sterilisatiónslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1 Ásetingarnar í hesi løgtingslóg eru galdandi fyri kastration, tað vil siga inntriv, har…
Ásetingarnar í hesi løgtingslóg eru galdandi fyri kastration, tað vil siga inntriv, har kynskertlarnir verða burturbeindir, ella viðgerðir, har teir verða varandi óvirknir, og fyri sterilisatión, tað vil siga onnur inntriv, sum varandi avtaka nøringarførið. Stk. 2. Inntriv og viðgerðir til at grøða likamliga sjúku eru ikki fevnd av løgtingslógini. Sterilisatión, sum ikki krevur loyvi
§ 2 Øll yvir 25 ár, og sum búgva í Føroyum, kunnu steriliserast uttan loyvi. Sterilisering av…
Øll yvir 25 ár, og sum búgva í Føroyum, kunnu steriliserast uttan loyvi. Sterilisering av persónum millum 25 og 30 ár kann ikki verða framd fyrr enn 6 mánaðir eftir, at viðkomandi hevur fingið ávísing frá kommunulækna, samanber tó § 3. Stk. 2. Viðgerandi lækni kann taka avgerð um, at sterilisatión kann verða framd, áðrenn freistin sambært stk. 1 er úti, har serlig atlit tala fyri hesum. Hetta er tó ikki galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av §§ 6 og 7.
§ 3 Kvinna kann verða steriliserað, tá ið viðurskifti bara ella einamest av læknaligum slag gera tað…
Kvinna kann verða steriliserað, tá ið viðurskifti bara ella einamest av læknaligum slag gera tað neyðugt at fyribyrgja, at kvinna gerst við barn, til tess at forða fyri vanda fyri lívi hennara ella vanda fyri, at heilsa hennara fer at versna álvarsliga og varandi. Stk. 2. Um treytirnar í stk. 1 eru loknar, kann hjúnafelagin ella sambúgvin hjá viðkomandi í staðin fáa loyvi til sterilisatión, samanber tó § 4, stk. 3. Sterilisatión, sum krevur loyvi
§ 4 Um treytirnar í §§ 2 ella 3 ikki eru loknar, kann loyvi til sterilisatión verða givið til fólk,…
Um treytirnar í §§ 2 ella 3 ikki eru loknar, kann loyvi til sterilisatión verða givið til fólk, búsitandi í Føroyum, um: 1) tað orsakað av ættarbregði hjá umsøkjaranum ella hjúnafelaganum ella sambúgvanum er slíkur vandi fyri, at møgulig børn fáa álvarsligar likamligar ella sálarligar sjúkur, at tað má metast at vera ynskiligt at fyribyrgja barnsburð, 2) umsøkjarin ella hjúnafelagin ella sambúgvin orsakað av sálarsjúku ella øðrum sálarligum órógvi, veikari gávuføri, grovum lyndisfrávikum ella álvarsligari likamligari sjúku, ikki megna at hava umsorgan fyri børnum á fullgóðan hátt, 3) tað av serligum orsøkum er týðandi vandi fyri, at umsøkjarin ella hjúnafelagin ella sambúgvin ikki megnar at fullføra viðgongutíðina, ella at barnið ikki verður lívført ella verður føtt við týðandi skaða, ella 4) umstøðurnar, sum umsøkjarin og familjan liva undir, gera tað neyðugt at sleppa undan barnsburði. Tá ið avgerð verður tikin, skal atlit takast at heilsuviðurskiftum, bústaðarviðurskiftum og fíggjarligum viðurskiftum hjá familjuni umframt tali av børnum heima, og um fleiri børn væntandi fara at elva til munandi tyngjandi umstøður við viknaðari heilsustøðu hjá umsøkjaranum, munandi størri arbeiðsbyrðu ella á annan hátt. Stk. 2. Tá ið avgerð verður tikin um, hvørt sterilisatión kann verða loyvd, skal dentur leggjast á, hvørt umstøðurnar, ið tala fyri sterilisatión, kunnu roknast at vera av varandi slag. Eisini skal dentur leggjast á, um viðgongutíðin hóskandi kann fyribyrgjast á annan hátt. Stk. 3. Sterilisatión av persónum undir 18 ár kann ikki verða loyvd, uttan so at heilt serligar umstøður tala fyri tí. Umsókn um sterilisatión, ráðgeving o.a.
§ 5 Umsókn um sterilisatión verður undirskrivað og latin einum kommunulækna av tí, sum inntrivið skal…
Umsókn um sterilisatión verður undirskrivað og latin einum kommunulækna av tí, sum inntrivið skal fremjast á, samanber tó §§ 6 og 7. Stk. 2. Er viðkomandi innlagdur á psykiatriska deplinum ella undir eftirliti hjá psykiatriska deplinum, kann umsóknin latast avvarðandi yvirlækna.
§ 6 Er tann, sum hevur søkt um sterilisatión sambært § 5 orsakað av sálarsjúku, viknaðum sinnisligum…
Er tann, sum hevur søkt um sterilisatión sambært § 5 orsakað av sálarsjúku, viknaðum sinnisligum virksiføri ella álvarliga viknaðari heilsu ella líknandi ikki førur fyri at skilja týdningin av inntrivinum, kann samráðið sambært § 12 eftir umsókn frá einum verja ella serligum verja geva loyvi til sterilisatión, um hetta verður mett neyðugt fyri at verja heilsuna ella lívsumstøðurnar hjá viðkomandi. Fyri tilnevnan av verja eru §§ 5 og 50 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven galdandi.
§ 7 Er tann, sum inntrivið skal fremjast á, ómyndugur ella undir verjumáli, hevur sálarsjúku, viknað…
Er tann, sum inntrivið skal fremjast á, ómyndugur ella undir verjumáli, hevur sálarsjúku, viknað sinnisligt virkisføri, ella tað av sálarligu støðuni hjá umsøkjaranum annars er ivasamt, at viðkomandi sjálvur søkir um sterilisatión, kann samráðið loyva sterilisatión eftir umsókn frá viðkomandi og tí ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan ella einum verja ella serligum verja. Fyri tilnevnan av verja eru §§ 5 og 50 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven galdandi.
§ 8 Um treytirnar í § 2, stk. 1 ella § 3, stk. 1, eru loknar, uttan at umstøður, sum nevndar eru í §§…
Um treytirnar í § 2, stk. 1 ella § 3, stk. 1, eru loknar, uttan at umstøður, sum nevndar eru í §§ 6 ella 7 fyriliggja, skal læknin ávísa viðkomandi til sterilisatiónsviðgerð. Annars skal læknin leggja umsóknina fyri samráðið saman við sínum úttalilsi.
§ 9 Verður søkt um sterilisatión sambært §§ 6 ella 7, skal tann, sum inntrivið er ætlað á, hava í…
Verður søkt um sterilisatión sambært §§ 6 ella 7, skal tann, sum inntrivið er ætlað á, hava í boði óhefta ráðgeving og stuðulssamrøðu, áðrenn samráðið viðger umsóknina.
§ 10 Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um umsókn um sterilisatión og um viðgerð av málum um…
Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um umsókn um sterilisatión og um viðgerð av málum um sterilisatión. Landsstýrisfólkið ásetir somuleiðis nærri reglur um ráðgeving og stuðulssamrøðu í sambandi við sterilisatión. Vegleiðing og kunning frá lækna
§ 11 Læknin, sum fær umsóknina um sterilisatión, skal vegleiða og kunna tann, sum inntrivið skal…
Læknin, sum fær umsóknina um sterilisatión, skal vegleiða og kunna tann, sum inntrivið skal fremjast á, um sjálvt inntrivið og fylgjur og vandan, sum mugu metast at vera sambundin við inntrivið. Tað sama er galdandi fyri tann, sum søkir sambært §§ 6 og 7. Samráð
§ 12 Landsstýrisfólkið setir eitt samráð, sum skjótast gjørligt tekur avgerð í málum sambært § 3, stk.…
Landsstýrisfólkið setir eitt samráð, sum skjótast gjørligt tekur avgerð í málum sambært § 3, stk. 2, og §§ 4, 6 og 7. Stk. 2. Í samráðnum eru ein løgfrøðingur, ein serlækni í psykiatri og ein sosialráðgevi. Stk. 3. Limirnir í samráðnum og teirra varalimir sita 4 ár í senn. Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um starvsskipan fyri samráðið.
§ 13 Avgerðir í samráðnum verða tiknar við vanligum meiriluta
Avgerðir í samráðnum verða tiknar við vanligum meiriluta. Kæra
§ 14 Avgerðir hjá samráðnum kunnu kærast til Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at…
Avgerðir hjá samráðnum kunnu kærast til Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi. Stk. 2. Serkøn hjá Føroya Kærustovni í hesum málum eru ein serlækni í kvinnusjúkum og ein serlækni í psykiatri ella persónur, sum hevur serligt innlit í sosialmedisin. Stk. 3. Burtursæð frá stk. 1 og 2 er løgtingslóg um Føroya Kærustovn galdandi fyri málsgongdina í Føroya Kærustovni. Kastratión
§ 15 Samráðið kann, eftir at hava fingið eina frágreiðing frá rættarlæknaráðnum, geva persóni, sum býr…
Samráðið kann, eftir at hava fingið eina frágreiðing frá rættarlæknaráðnum, geva persóni, sum býr í Føroyum, loyvi til kastratión, um kynstráanin setur viðkomandi í vanda fyri at fremja brotsgerðir ella førir við sær álvarsligar sálarligar sjúkur ella sosiala skerjan.
§ 16 Loyvi kann ikki verða givið til kastratión av persóni undir 25 ár
Loyvi kann ikki verða givið til kastratión av persóni undir 25 ár.
§ 17 §§ 6, 7 og 11 eru somuleiðis galdandi fyri umsóknir um kastratión
§§ 6, 7 og 11 eru somuleiðis galdandi fyri umsóknir um kastratión.
§ 18 Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um umsókn um kastratión og um viðgerð av málum um…
Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um umsókn um kastratión og um viðgerð av málum um kastratión. Felagsreglur
§ 19 Sterilisatión og kastratión kann bara verða framd av serlæknum í kvinnusjúkum, obstetrik og urologi
Sterilisatión og kastratión kann bara verða framd av serlæknum í kvinnusjúkum, obstetrik og urologi. Revsiásetingar
§ 20 Er ikki harðari revsing ásett eftir revsilógini verður tann, sum fremur sterilisatión ella…
Er ikki harðari revsing ásett eftir revsilógini verður tann, sum fremur sterilisatión ella kastratión uttan, at treytirnar sambært hesi løgtingslóg eru loknar, revsaður við sekt. Gildiskoma og úrgildisseting
§ 21 Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026, og samstundis fer úr gildi lov nr. 234 af 3.…
Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026, og samstundis fer úr gildi lov nr. 234 af 3. juni 1967 om sterilisation og kastration. Í Tinganesi, 9. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 11/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.