Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. desember 2025 Nr. 197
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin) og løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin)
(Fylgibroytingar í sambandi við, at nýggj ársroknskaparlóg verður sett í gildi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir…
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, § 12 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, og § 18 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1 a, stk. 1, nr. 4-6 verða orðað soleiðis: “4) Smáar fyritøkur: Fyritøkur, sum lúka støddarmørkini í § 7, stk. 2, nr. 1 í ársroknskaparlógini, sbr. § 7, stk. 3 og 4 og § 131, stk. 3 og 4 í ársroknskaparlógini. 5) Miðalstórar fyritøkur: Fyritøkur, sum lúka støddarmørkini í § 7, stk. 2, nr. 2 í ársroknskaparlógini, sbr. § 7, stk. 3 og 4 og § 131, stk. 3 og 4 í ársroknskaparlógini. 6) Stórar fyritøkur: Fyritøkur, sum ikki eru smáar ella miðalstórar fyritøkur sambært § 7, stk. 2, nr. 3 í ársroknskaparlógini, sbr. § 7, stk. 3 og 4 og § 131, stk. 3 og 4 í ársroknskaparlógini.” 2. § 1 a, stk. 2 og 3 verða strikað. 3. Í § 3, stk. 3 verður “nr. 5” broytt til: “nr. 6”. 4. Í § 3, stk. 4 verður “nr. 5” broytt til: “nr. 6”. 5. Í § 3, stk. 5 verður “nr. 6” broytt til: “nr. 7”. 6. Í § 7, stk. 1 verður “ella 6” broytt til: “ella 7”. 7. Í § 7, stk. 2, 1. pkt. verður “nr. 6” broytt til: “nr. 7”. 8. Í § 9, stk. 2, 2. pkt. verður “og 6” broytt til: “og 7”. 9. Í § 16, stk. 1, 2. pkt. verður “§ 135, stk. 1, 2. pkt.” broytt til: “§ 158, stk. 1, 2. pkt.” 10. Í § 42, stk. 1, 1. pkt. verður “bót” broytt til: “sekt”. 11. Í § 42, stk. 6, 1. pkt. verður “bót” broytt til: “sekt”. 12. § 42, stk. 9, 1. pkt verður orðað soleiðis: “Sektir, ið verða álagdar sambært stk. 1 ella 6, kunnu innheintast við panting.” 13. § 42 b, stk. 4 verður orðaða soleiðis: “Stk. 4. Sektir, ið verða álagdar sambært stk. 1, kunnu innheintast við panting.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 50 frá 4. mai 2021 um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av…
Í løgtingslóg nr. 50 frá 4. mai 2021 um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin) verður § 2, nr. 2 orðað soleiðis: “2) Løgtingslóg um ársroknskapir og samtaksroknskapir.”
§ 3 Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt…
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, § 1 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, § 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, § 1 í løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021, § 11 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, § 20 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023 og § 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 42 a, stk. 1 verður “Kapitalfelagsins” broytt til: “Partafelagsins”. 2. Í § 66, stk. 1, 3. pkt. verður “kapitalfelagnum” broytt til: “partafelagnum”. 3. Í § 165, stk. 1, nr. 2 verður “§§ 35 a og 35 b” broytt til: “§§ 38 og 39”. 4. Í § 225, stk. 1, nr. 8, verður “lúkast.” broytt til: “lúkast, ella”. 5. § 268, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin, kapittul 11 um frágongd av kapitali og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verður ikki at nýta í sambandi við eina kloyving, uttan so, at tað er ásett í reglunum um kloyving, sbr. §§ 254-270.” 6. Í § 302, stk. 1, nr. 3 verður “§§ 143 og 144” broytt til: “§§ 174 og 175”. 7. § 303 verður orðað soleiðis: “§ 303. Um serlig samfelagsáhugamál tala fyri hesum, kann landsstýrisfólkið áseta reglur um, at reglurnar fyri partafeløg og serligu reglurnar fyri landspartafeløg í hesi løgtingslóg og í ársroknskaparlógini, sbr. tó §§ 304 og 305 í hesi løgtingslóg, verða at nýta fyri landspartafeløg sambært § 5, nr. 26.”
§ 4 Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2026 við virknaði fyri roknskaparár, sum byrja 1.…
Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2026 við virknaði fyri roknskaparár, sum byrja 1. januar 2026 ella seinni, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. § 1, nr. 3-13 koma í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd. Í Tinganesi, 9. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 33/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.