Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. desember 2025 Nr. 196

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

(Heitið “gistingargjald” verður broytt til “burðardygdargjald”, burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið, TAKS fær heimild at krevja upplýsingar, roknskapartilfar o.tíl., ásetingar um rentu, innheintan, panting og afturhald í inntøku verða settar inn, broytt revsiáseting o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) verða gjørdar…

Í løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 13, stk. 1, verður: “gistingargjald” broytt til: “burðardygdargjald”. 2. Í § 13, stk. 2, verður: “gistingargjaldið” tvær staðni broytt til: “burðardygdargjaldið”. 3. Í § 13, stk. 3, verður: “Seglbátar” broytt til: “Stuttleikabátar” og “gistingargjaldið” broytt til: “burðardygdargjaldið”. 4. § 13, stk. 4, verður strikað. 5. Aftaná § 13 verður sett: “§ 13 a. Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan skal latast inn til TAKS, sambært § 100, stk. 3, í skattalógini, skal tann, sum krevur inn burðardygdargjaldið sambært § 13, stk. 2 og 3, lata TAKS uppgerð yvir upphæddina, sum er kravd inn undanfarna ár, umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS. Stk. 2. Gjaldið skal vera goldið í seinasta lagi tann 20. mánaðin eftir endan av freistini sambært stk. 1. Stk. 3. Er gjaldið eftir stk. 2 ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Stk. 4. Gjaldið eftir stk. 2, skuldskrivað renta, innheintingarkostnaðir, sektir og onnur gjøld eftir hesi løgtingslóg, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. Stk. 5. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum, tó er § 7, stk. 1, í lov om Inddrivelse af Skatter og Afgifter til det Offentlige m.m. ikki galdandi.

§ 13 b TAKS kann krevja upplýsingar, kanna roknskapartilfar o.tíl. hjá teimum, sum eftir § 13, stk. 2 og…

TAKS kann krevja upplýsingar, kanna roknskapartilfar o.tíl. hjá teimum, sum eftir § 13, stk. 2 og 3, vegna landið krevja inn burðardygdargjald frá ferðafólki, og hjá øðrum, sum hava tilfarið um hendur. Stk. 2. Fær TAKS ikki umbidnar upplýsingar, ella eru upplýsingarnar ófullfíggjaðar ella villleiðandi, um upphæddina, sum er kravd inn, metir TAKS um upphæddina og krevur inn samsvarandi gjald. Stk. 3. TAKS kann heinta inn burðardygdargjald, skuldskrivaða rentu, innheintingarkostnaðir, sektir og onnur gjøld eftir hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum, sum hava skyldu at krevja inn burðardygdargjald, eftir reglunum í skattalógini.” 6. Í § 15, stk. 1, verður: “og § 13, stk. 2-4” broytt til: “, § 13, stk. 2 og 3, og § 13 a, stk. 1.” 7. Í § 15, stk. 3, verður “eftir § 8,” sett: “ikki aktar boð eftir § 12, stk. 1, ella gevur TAKS ófullfíggjaðar ella villleiðandi upplýsingar.” 8. Í § 16, stk. 2, verður: “1. oktober 2025” broytt til: “1. februar 2026”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2025

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2025. Stk. 2. Gjaldið, nevnt í § 13, sum er kravt inn í tíðarskeiðinum 1. januar - 31. desember 2026, verður gjørt upp og goldið eftir teimum freistum í § 13 a, sum eru galdandi fyri gjaldið, sum er kravt inn í 2026. Í Tinganesi, 9. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 6/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙