Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2018 Nr. 193

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting

(Leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, § 1 í løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 15 frá 4. mars 2005 og løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 25 a, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er talan um 6. árið.” 2. Í § 25 a, stk. 1, 2. pkt. verður “jbr.” broytt til: “sbrt.” 3. Í § 25 a, stk. 2 verður aftan á 1. pkt sum nýtt pkt. sett: “Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu hesar nýggju upplýsingar verða lagdar fram seinast 5 ár eftir, at inntøkuárið er lokið.” 4. Í § 25 b, stk. 1, nr. 3 verður “jbr.” broytt til: “sbr.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 54/2018

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙