Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2018 Nr. 192
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjalið, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018 um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin),…
Í løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018 um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin), verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, nr. 4 verður sum nr. 17 sett: “17) Inntøka forvunnin í Grønlandi, sum tvungin eftirløn skal rindast av sbrt. Inatsisartutlov nr. 21 af 28. november 2016 om obligatorisk pensionsordning.” 2. Í § 1, nr. 6 verður aftan á “løgtingslóg” sett: “, tó verða av øllum inngjøldum fyribils afturhildin 40% í eftirlønarskatti, og tá skattauppgerðin er endalig, og endaliga skattskylduga ársinntøkan er staðfest, verður avlopsskattur teirra, sum sambært skjali 1 skulu rinda minni enn 40% í eftirlønarskatti, endurrindaður á eftirlønarkontu uttan rentutilskriving”. 3. Í § 1 verður sum nr. 7 sett: “7. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin).”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Stk. 2. § 3, nr. 17, sum ásett í § 1, nr. 1 í hesi løgtingslóg, hevur virknað frá 1. januar 2018. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 55/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.