Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. desember 2025 Nr. 192

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

(Ábyrgdin av tænastum til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019, løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2020 og § 9 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónisti og borgara við demenssjúku tænastur, ið kunnu stimbra viðkomandi likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at viðkomandi kann búgva í egnum heimi sum longst.” 2. § 10 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunurnar veita endurvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist og borgara við demenssjúku, ið vegna mistan førleika hevur tørv á endurvenjing. Endurvenjing verður veitt við tí endamáli, at viðkomandi: 1) kann búgva heima sum longst, og 2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.” 3. § 10 b, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunurnar veita viðlíkahaldsvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist, ið vegna ellisbrek ella sjúku hevur týðandi ella varandi skert virkisføri, ið hevur týðandi ávirkan á, hvussu sjálvhjálpin viðkomandi er, og til borgara við demenssjúku.” 4. § 10 b, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, soleiðis at borgarin: 1) kann búgva heima sum longst, og 2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.” 5. § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunurnar kunnu seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar og borgarar við demenssjúku.” 6. § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Røktarheim og eldrasambýli eru bústaðir, ið hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku og borgarum við demenssjúku, sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026. Í Tinganesi, 4. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 37/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙