Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. desember 2025 Nr. 191
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Flyting av fiskidøgum til árið eftir verður víðkað til eisini at fevna um bólk 5)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025, verður í § 19 sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fiskidagar, sum bólkur 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, ikki hevur brúkt í fiskiárinum, tó í mesta lagi 10% av tillutaðu døgunum, kunnu flytast til árið eftir at brúka í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 31. desember, herundir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027. Í Tinganesi, 4. desember 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 46/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.