Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. februar 2021 Nr. 19
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við § 51 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 b, stk. 2, nr. 4 verður “31. desember 2020” broytt til: “31. desember 2025”. 2. § 3 c verður orðað soleiðis: “§ 3 c. Tann, sum keypir motorakfar, sum er fevnt av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum bert nýtir ravmagn ella vetni til framdrátt, kann eftir umsókn fáa part av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. 1. pkt. er eisini galdandi fyri sonevnd plug-in hybrid akfør, PHEV. Stk. 2. Í 2021 og 2022 verða í mesta lagi kr. 70.000 endurgoldnar eftir hesi grein. Í 2023 og 2024 verða í mesta lagi kr. 35.000 endurgoldnar eftir hesi grein. Í 2025 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið. Stk. 3. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjald eftir hesi grein, skal motorakfarið verða skrásett í seinasta lagi 31. desember 2024.” 3. § 3 d, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið part av meirvirðisgjaldinum av íløgukostnaðinum til hitapumpu, útbúnað og arbeiðsløn. Í 2021, 2022 og 2023 verður alt meirvirðisgjaldið endurgoldið. Í 2024 og 2025 verður helvtin av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Í 2026 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjaldið ikki endurgoldið.” 4. Í § 3 d, stk. 3, nr. 3 verður “31. desember 2020” broytt til: “31. desember 2025”. 5. Í § 3 d, stk. 3, nr. 4 verður “31. mars 2021” broytt til: “31. mars 2026”. 6. Í § 10, stk. 2, 1. pkt. verður “12.500 km” broytt til: “8.500 km”. 7. § 10, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Við sølu av leiguakfari kann frádrátturin í mesta lagi vera 60.000 kr. í útgangandi avgjaldinum fyri hvørt leiguakfar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2021
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2021. Í Tinganesi, 24. februar 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 67/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.