Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. mars 2013 Nr. 19
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
(Stytting av freist)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður í § 6 sum stk. 6 og 7 sett: “Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum, eftir áheitan frá kommunustýrinum, taka avgerð um at víkja frá ásettu freistum í stk. 1, soleiðis at framløgutíðin verður ásett til 1 viku og mótmælisfreistin til 1 viku frá kunngerðardegnum. Við áheitanini skal grundgevast fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at umsóknin kann verða gingin á møti. Verður áheitanin gingin á møti, skal kommunan beinleiðis og persónligt kunna teir borgarar, ið beinleiðis verða ávirkaðir av broytingini, um hetta í seinasta lagi dagin eftir, at frávikið er givið. Stk. 7. Kærur sambært § 10 a um loyvir, ið eru givin við heimild í byggisamtykt, sum er fevnd av stk. 6, hava ikki steðgandi virknað.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. mars 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 145/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.