Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2018 Nr. 187

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti

(Hækkað inntøkumørk, stuðul og lægri mótrokning)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167…

Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1 verður “200.000 kr.” broytt til: “220.000 kr.” og “18.000 kr.” broytt til: “24.000 kr.” 2. Í § 2, stk. 2 verður “5.000 kr.” broytt til: “6.000 kr.” 3. Í § 2, stk. 3 verður “280.000 kr.” broytt til: “320.000 kr.” og “22.000 kr.” verður broytt til: “24.000 kr.” 4. Í § 2, stk 4. verður “5.000 kr.” broytt til: “6.000 kr.” 5. Í § 3, stk. 1 verður tvær staðni “200.000 kr.” broytt til: “220.000 kr.” 6. Í § 3, stk. 2 verður tvær staðni “280.000 kr.” broytt til: “320.000 kr.” 7. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Prosentparturin sbrt. stk. 1 og 2 er: 1) 25% fyri 1 ella 2 børn. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 390.000 kr. 2) 30% fyri 3 børn ella fleiri. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 410.000 kr.” 8. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Í barnafamiljum, har sjúka ella onnur brádliga íkomin hóttandi støða er uppstaðin, og inntøkugrundarlagið verður broytt, kann í eitt tíðarskeið meðan henda støða er, verða sæð burtur frá krøvunum í §§ 2 og 3, og familjuískoyti kann veitast sambært ásetingini í § 2. Stk. 2. Í barnafamiljum, sum eru serliga hart sperdar fíggjarliga, kann familjuískoytið í styttri ella longri tíðarskeið hækkast við upp til 2.000 kr. um mánaðin, til familjan hevur fótað sær fíggjarliga. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um familjuískoyti sbrt. stk. 1 og 2.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2019

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2019. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 14/2018

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
familjuískoyti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 1. juni 2026 · innanhýsis
Galdandi · 24. desember 2015

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙