Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2020 Nr. 187
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg 142…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015, løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, løgtingslóg nr. 76 frá 29. mai 2017, løgtingslóg nr. 103 frá 13. juli 2017 og løgtingslóg nr. 152 frá 12. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 3, nr. 1 og 2 verður “§ 9 í forsorgarlógini” broytt til: “§ 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 2. § 7, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Persónur, ið luttekur í virknisvenjing, fær framhaldandi stuðulsveiting sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.”. 3. Í § 12, stk. 1, nr. 1-6 og í § 13 a, stk. 1, nr. 1-7 verður “dagpeningaupphæddini um mánaðin” broytt til: “hægstu uppihaldsveiting”. 4. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hægsta uppihaldsveiting sbrt. hesi løgtingslóg er ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Sambúgvandi er at skilja sum persónur, sum býr saman við øðrum vaksnum persóni.” 5. § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Persónur, sum vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar, sum má hava ávísan bústað og harvið hægri bústaðarútreiðslur, kann, umframt veitingina sbrt. stk. 1, § 13 a, stk. 1 ella § 14, stk. 1, fáa fíggjarligt ískoyti til bústaðarútreiðslur.” 6. Í § 13 a, stk. 1, nr. 8-9 verður “dagpeningaupphæddini” broytt til: “hægstu uppihaldsveiting”. 7. Í § 16, stk. 2 verður “§ 9 í lóg um almenna forsorg” broytt til: “§ 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 8. Í § 19, stk. 1 verður “§ 12 ella 14” broytt til: “§§ 12, 13 a ella 14”. 9. Í § 19, stk. 2 verður “§ 15 í lóg um almenna forsorg” broytt til: “§ 19 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 10. Í § 19, stk. 3 verður “§ 18 b í lóg um almenna forsorg” broytt til: “§ 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 11. § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Lønarískoyti sbrt. § 21 er í mesta lagi 18.552 kr. um mánaðin umframt frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald sbrt. løgtingslóg um eftirløn. Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar løn sbrt. viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðsavrikið hjá viðkomandi løntakara verður mett at samsvara við. Lønarískoyti verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av minkaða arbeiðsførleikanum. Stk. 3. Hægsta lønarískoyti verður veitt, tá arbeiðsgevari rindar 2.000 kr. um mánaðin í løn. Lønarískoytið verður lækkað við 30% av inntøku frá arbeiðsgevaranum oman fyri upphæddina á 2.000 kr. og upp til og við 15.000 kr. Lønarískoytið verður lækkað við 50% av inntøku frá arbeiðsgevaranum oman fyri upphæddina á 15.000 kr. Stk. 4. Løn og lønarískoyti tilsamans kann ikki vera hægri enn løn sbrt. viðkomandi sáttmála samsvarandi við starvsbrøkin, sum viðkomandi arbeiddi frammanundan. Stk. 5. Við løn sbrt. stk. 4 er ikki at skilja løn hjá fyritíðarpensjónisti, sum fer í tillagað starv sbrt. treytum í § 3, stk. 1, pkt. 1. Stk. 6. Lønarískoytið fellur burtur, tá tað er lægri enn 1/5 av upphæddini sbrt. stk. 1. Stk. 7. Um persónur hevur aðra lønarinntøku, enn avtalað, fellur lønarískoytið burtur. Inntøka frá kommunalari ella borgarligari umboðan er tó ikki at rokna sum lønarinntøka. Stk. 8. Upphæddir sbrt. stk. 1 og 3 verða javnaðar sbrt. løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.” 12. § 23, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Almannaverkið metir um minkaða arbeiðsførleikan og ásetir lønarískoytið við støði í væntaðari lønarinntøku frá arbeiðsgevara. Lønarískoytið verður ásett fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, sbr. tó stk. 3. Almannaverkið rindar lønarískoyti beinleiðis til arbeiðstakaran og frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald eftir galdandi reglum.” 13. Í § 23 verða aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Almannaverkið hevur eftirlit við, at tann løn, sum arbeiðsgevarin rindar, samsvarar við tann brøk, sum arbeiðstakarin er mettur at vera skerdur og tekur mál upp til nýggja viðgerð, um ósamsvar er millum ta løn, sum arbeiðsgevarin rindar, og arbeiðstakari er mettur at vera skerdur. Stk. 4. Tað er ein treyt fyri at fáa lønarískoyti, at arbeiðstakarin er í framhaldandi starvi, og at Almannaverkið hevur eftirlit.” Stk. 3-5 verða eftir hetta stk. 5-7. 14. Í § 26, stk. 2 verður “sambært § 9 í forsorgarlógini vegna arbeiðsloysi uttan mun til ogn hjá viðkomandi ella inntøku og ogn hjá hjúnafelaga” broytt til: “vegna arbeiðsloysi sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, uttan mun til ogn”. 15. Í § 27, stk. 1 verður “§ 9 í lóg um almenna forsorg uttan mun til ogn hjá viðkomandi ella inntøku og ogn hjá hjúnafelaga” broytt til: “§ 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, uttan mun til ogn”. 16. Í § 36 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Stk. 2. Persónur, sum er í tillagaðum ella vardum starvi, áðrenn henda løgtingslóg fær gildi, fær lønarískoyti eftir higartil galdandi reglum. Tó verður áseting og eftirlit í sambandi við tillagað starv framt eftir ásetingunum í § 23, stk. 2 og 3, sum ásett í § 1, nr. 12 og 13. Stk. 3. Fer persónur í tillagaðum ella vardum starvi eftir higartil galdandi reglum í annað ella nýtt tillagað starv, verður tað viðgjørt eftir reglunum í hesi løgtingslóg. Í Tinganesi, 18. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 31/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.