Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. desember 2020 Nr. 186
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Útseta og flyta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2020 til 2021, flyta aðrar ófiskaðar makrelkvotur frá 2020 til 2021)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 14 verður sett: “§ 14 a. Avlopsnøgdir av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sambært § 14, stk. 1, sum, sambært § 60 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, vóru lutaðar út sum menningarkvota, og har loyvistíðarskeiðið var úti 1. januar 2020, ella sum ikki vóru lagdar um til egnar árskvotur, sambært § 10, stk. 3, 1. pkt. í løgtingslógini, verða, hóast ásetingina í § 14, stk. 1, ikki settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, í 2020. Stk. 2. Nøgdirnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sambært stk. 1, sum í 2020 skuldu setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, verða í 2021 lagdar afturat nøgdunum, sum, sambært § 14, stk. 1 og § 15, stk. 1 og stk. 2, verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49. Stk. 3. Nøgdirnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum í 2021 verða lagdar afturat samsvarandi stk. 2, kunnu bert gagnnýtast í 2021 og falla hareftir burtur. Stk. 4. Flutt kvota, sambært hesi grein, verður ikki roknað sum partur av tøku føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan verður flutt til.” 2. Aftan á § 15 a verður sett: “§ 15 b. Hóast ásetingina í § 15, stk. 1, nr. 2 og 3 og stk. 2 verða nøgdir av makreli og norðhavssild, sum í 2020 vóru settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, stk. 1, ikki lutaðar út í 2020. Stk. 2. Nøgdirnar av makreli og norðhavssild, sum í 2020 vóru settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, stk. 1, verða í 2021 lagdar afturat nøgdunum, sum, sambært § 15, stk. 1, nr. 2 og 3 og stk. 2, verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49, stk. 1. Stk. 3. Nøgdirnar av makreli og norðhavssild, sum í 2021 verða lagdar afturat samsvarandi stk. 2, kunnu bert gagnnýtast í 2021 og falla hareftir burtur. Stk. 4. Flutt kvota, sambært hesi grein, verður ikki roknað sum partur av tøku føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan verður flutt til.
§ 15 c Landsstýrismaðurin kann loyva, at ófiskaðar nøgdir av makreli, latnar sum menningarkvotur til…
Landsstýrismaðurin kann loyva, at ófiskaðar nøgdir av makreli, latnar sum menningarkvotur til teirra, sum í 2018 fingu tilsøgn um menningarkvotu í fýra ár, sum, sambært tilsøgnini, kundu verið fiskaðar í 2020, tó undantikið flutt kvota sambært § 14, stk. 2, kunnu verða fluttar frá 2020 til at verða fiskaðar í 2021. Stk. 2. Flutt kvota, sambært stk. 1, verður ikki roknað sum partur av tøku føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan verður flutt til.
§ 15 d Landsstýrismaðurin kann loyva, at ófiskaðar nøgdir av makreli, latnar sambært § 49, stk. 2 í…
Landsstýrismaðurin kann loyva, at ófiskaðar nøgdir av makreli, latnar sambært § 49, stk. 2 í løgtingslógini, sum kundu verið fiskaðar í 2020, kunnu verða fluttar frá 2020 til at verða fiskaðar í 2021. Stk. 2. Flutt kvota, sambært stk. 1, verður ikki roknað sum partur av tøku føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan verður flutt til.” 3. Í § 34 verður aftan á stk. 4 sum nýggj stk. sett: “Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4 kann landsstýrismaðurin loyva, at meira enn 10% av egnari árskvotu hjá ávísum fiskifari og felags árskvotur av makreli í 2020 kann flytast til at verða fiskað í 2021. Stk. 6. Flutt kvota, sambært hesi grein, verður ikki tikin við í uppgerð av egnari árskvotu hjá ávísum fiskifari ella felags árskvotu tað árið, ið kvotan verður flutt til.” Stk. 5 verður eftir hetta stk. 7.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 18. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 69/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.