Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2018 Nr. 184

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)

(Elprísir til hitapumpur og elbilar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum broytt…

Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007, § 10 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012, verður í § 9 sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at góðkenna, at SEV kann áseta serligan prís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur sambært BK17 og til elbilar. 1) Munurin millum serliga prísin eftir stk. 6 og hægsta prís fyri kWt eftir prísskránni hjá SEV kann í mesta lagi vera 0,40 kr. umframt meirvirðisgjald. 2) Serligi prísurin eftir stk. 6 kann verða givin fyri nýtslu alt samdøgrið og fyri nýtslu part av samdøgrinum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 37/2018

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙