Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2020 Nr. 184
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
(Leingjan av heimild at taka veiðigjald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,…
Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020, sum broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 149 frá 13. desember 2019, løgtingslóg nr. 171 frá 31. desember 2019 og í § 75 løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021” 2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019, 2020 og 2021 og fyri hvørt kilo í rundari vekt av botnfiski, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til botnfisk í russiskum sjógvi í Barentshavinum, botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N og botnfiski við Svalbard í 2020 og 2021, tó undantiknar kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Í Tinganesi, 18. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 30/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.