Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2009 Nr. 181

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 6A verður orðað soleiðis: “§ 6A. Tá ið persónur við fullari skattskyldu til Føroya fær kapitalupphædd útgoldna frá eftirlønarskipan í tryggingarfelag, eftirlønarkassa, peningastovni o.l. sambært afsnit 1 í ,,lov om beskatning af pensionsordninger m.v.” við seinni broytingum (pensionsbeskatningsloven), eru reglurnar um avgjald í § 6, samanbornar við § 7, ikki galdandi.” 2) Í § 7 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Um byrjað er at gjalda út av eftirlønarskipan, ber ikki til at gjalda inn aftur á somu eftirlønarskipan ”Ásetingin er tó ikki galdandi fyri útgjald av avlamiseftirløn frá eftirlønarskipan.” 3) Aftaná § 13 verður sett: “Tíðaravmarkaðar ásetingar

§ 14 Fyri lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður sett eitt samlað hámark fyri loyvdum inngjaldi við…

Fyri lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður sett eitt samlað hámark fyri loyvdum inngjaldi við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni. Hámarkið verður kr. 100.000 fyri árið 2010. Ov nógv inngoldin upphædd, ið ikki kann geva frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri 2010, verður goldin út aftur uttan avgjald. Henda áseting er eisini samsvarandi galdandi fyri § 1 A. Stk. 2. Har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni er hægri enn loyvda markið fyri inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging / kapitaleftirlønaruppsparing sbrt. § 1 E, verður fyri árini 2006 og 2007 loyvt, at ov nógv frádrigna upphæddin beinleiðis verður sett inn á lutaeftirlønartrygging/ lutaeftirlønaruppsparing, verandi ella nýstovnað. Váttan frá pensjónsveitara, um at upphæddin er flutt til lutaeftirlønarskipan skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2010. Stk. 3. Pensjónseigarin sambært stk. 2 avger sjálvur, hvørja lutaeftirlønarskipan og hjá hvørjum pensjónsveitara í Føroyum pensjónspeningurin skal flytast inn á. Arbeiðsgevaraskipan gongur framum eina privat stovnaða eftirlønarskipan. Stk. 4. Um ásetingin í stk. 2, 2. pkt. ikki verður fylgd, verður ov nógv inngoldna upphæddin goldin út við avgjaldi upp á 55%. Stk. 5. Fyri árið 2008, har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni ikki er tikin við í skattauppgerðini, ber til at fáa peningin út aftur uttan at rinda avgjald. Sama er galdandi fyri árið 2009. Útgjaldið skal vera gjørt fyri 1. oktober 2010. Stk. 6. Hámarkið fyri inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/ kapitaleftirlønaruppsparing verður fyri árið 2010 ásett til kr. 25.000. Stk. 7. Persónar, sum gerast ella eru 70 ár ella eldri í inngjaldingarárinum, kunnu ikki rinda privat teknaða kapitaleftirlønarskipan við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni í 2010.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Tórshavn, 22 desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 85/2009

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙