Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2018 Nr. 180
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
(Tillagan av tøkugjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 4, nr. 1 verður “kr. 27 fyri kilo” broytt til: “kr. 36 fyri kilo”, og “4,5%” verður broytt til: “5%”. 2. Í § 2, stk. 4, nr. 2 verður “kr. 23 fyri kilo” broytt til: “kr. 32 fyri kilo”, og “kr. 27 fyri kilo” broytt til: “kr. 36 fyri kilo”. 3. Í § 2, stk. 4, nr. 3 verður “kr. 23 fyri kilo” broytt til: “kr. 32 fyri kilo”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 42/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.