Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. mars 2002 Nr. 18
Løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lógarkunngerð nr. 104 frá 02.03.1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 21…
Í lógarkunngerð nr. 104 frá 02.03.1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 02.03.2001, verður gjørd hendan broyting: 1) Í § 18 verður stk. 4 sett: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 12. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.