Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mars 2020 Nr. 18
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167…
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 a, stk. 1 verður “150.000 kr.” broytt til: “120.000 kr.”. 2. Í § 3 a, stk. 2 verður “250.000 kr.” broytt til: “220.000 kr.”. 3. Í § 14, stk. 2 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 10. mars 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 49/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.