Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2009 Nr. 179
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 25. mai 2009, verða hesar broytingar gjørdar: 1) 18, stk. 7 verður strikað. 2) § 18, stk. 8, sum verður stk. 7, verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um stuðul sambært stk. 1-6, íroknað reglur um egingjald”.§ 3) Aftaná § 18 a verður sett: “§ 18 b. Stuðul verður veittur til hjálparráð til persónar við virkistarni orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, um hesi: 1) eru neyðug fyri at vera í arbeiði, 2) munandi bøta um varandi avleiðingar av sjúkuni/brekinum, ella 3) munandi lætta um gerandisdagin í heiminum. Stk. 2. Til persónar, ið eru 18 ár og eldri, fevnir stuðul til hjálparráð eisini um meirútreiðslur til serkost og til serlig klædnapløgg. Stk. 3. Persónar, 18 ár og eldri, kunnu fáa ískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. Ískoytið er í mesta lagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. Stk. 4. Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru ikki at skilja sum hjálparráð sbrt. stk. 1, hóast hesi verða nýtt í eini serstøðu. Stk. 5. Stuðul verður ikki veittur til innbúgv og útgerð til persónar á stovni ella sambýli. Tó verður stuðul latin til persónligt tillagað hjálparráð til persónar á stovni ella sambýli. Stk. 6. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið verður nýtt í virksemi hjá myndugleikum. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um: 1) hvørji hjálparráð stuðul kann veitast til. 2) nær hjálparráð verður veitt sum útlán. 3) rakstur, viðlíkahald, umvæling og endurnýggjan av hjálparráðum. 4) stuðul til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. 5) egingjøld og minstu upphæddir fyri hjálparráð. 6) hjálparráð til persón á stovni, sambýli o.l. , sum stuðul kann veitast til. 7) markamót í mun til virksemi hjá øðrum myndugleika. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð javna ískoytið, sbrt. stk. 3.
§ 18 c Til persónar við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, ið krevur heilivág, verður…
Til persónar við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, ið krevur heilivág, verður stuðul veittur til ávísan heilivág og til útgerð og hjálparráð at nýta í sambandi við heilivágin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um stuðul til heilivág, herundir hvørji sløg av heilivági, stuðul verður veittur til, og um egingjøld.” 4) § 18 b og § 18 c verða hereftir til § 18 d og § 18 e. 5) Í § 18 b, sum verður § 18 d, verður í stk. 4, nr. 8 “§ 18 b, stk. 1” broytt til: “§ 18 d, stk. 1”. 6) Í § 33, stk. 4 verður ”§ 18, § 18 a, § 18 b og § 18 c” broytt til: ”§ 18, § 18 a, § 18 b, § 18 c, § 18 d og § 18 e”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2010
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2010. Tórshavn, 22 desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 74/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.