Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2009 Nr. 176
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, verður í § 12 sum stk. 3 sett: “Hóast ásetingina í stk. 2, kann dagpeningur verða veittur í upp til 2 ár í málum um arbeiðsskaða, sum eru fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, og sum verða viðgjørd eftir løgtingslógini um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Tórshavn, 22 desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 64/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.