Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. desember 2011 Nr. 176

Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum

(Flatskattur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast er broytt við…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 22. desember 2009, verður gjørd henda broyting: Í grein 1 verður stk. 1 orðað soleiðis:

§ 1 Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður…

Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f, smb. tó § 8, stk. 2 og § 8a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis: Er inntøka minni enn kr. 65.000 verður latið 0%. Er inntøkan kr. men minni enn kr. verður latið kr. av og av restini % 65.000 500.000 0 65.000 20% 500.000 800.000 87.000 500.000 25% 800.000 162.000 800.000 30%

§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast er broytt…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 11. mars 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 4. Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelagnum er undir skattafría bortfrádráttin og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað við upp til kr. 30.000, og tann hægra verður lækkað samsvarandi.” 2) Í § 25, nr. 4 verður ”av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t.” broytt til: “av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t., sbr. tó § 29, nr. 26”. 3) Í § 29 verður sum nr. 26 sett: “26) eftirløn o.t., sum er skattað eftir løgtingslóg um um skatt av rentutryggingum v.m. í samband við inngjald.”

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Tórshavn, 29. desember 2011 Kaj Leo Holm Johennesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 103/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙