Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 1995 Nr. 174

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fískiskap verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fískiskap verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 8, stk. 3 verður orða soleiðis: “Stk. 3. Veiðiloyvi frá fiskifari, ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni, kann verða flutt til innflutt fiskifar við somu ella minni orku. Er talan um veiðiloyvi til pelagisk fískasløg ella rækjuveiðu kann landsstýrið gera undantøk frá hesum kravi.” 2) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskífør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. august 1996 Tons rund vekt Toskur á Føroya Banka 500 Toskur á landgrunninum 18.500 Hýsa 12.000 Upsi 39.000 Kongafiskur 11.000” 3) Í § 28 sum nýtt stk. 2 verður sett: “Áðrenn felags kvotupartarnir verða roknaðir, verða frábýtt 400 tons av toski av landgrunninum at nýta í bólki 6 til bátar, sum partvís reka útróður og avreiða smærri nøgdir.” Stk. 2 og 3 verða stk. 3 og 4.

§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. desember 1995 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙