Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2021 Nr. 174
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Sammøður javnsettar við pápar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 12. desember 2020 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “Faðirin” sett: “ella sammóðirin”. 2. Í § 1, stk. 6 verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”. 3. Í § 3, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “Maður” sett: “ella sammóðir” og “, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði.” verður broytt til: “, nær hann ella hon roknar við at vera burtur frá arbeiði.” 4. Í § 3, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “Maður” sett: “ella sammóðir” og “hann” verður broytt til: “hann ella hon”. 5. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”. 6. Í § 9, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “faðir” sett: “ella sammóðir”. 7. Í § 9, stk. 3 verður aftan á “Faðirin” sett: “ella sammóðirin”. 8. Í § 9, stk. 4, 1. pkt. verður aftan á “faðirin” sett: “ella sammóðirin”. 9. Í § 9, stk. 4, 2. pkt. verður aftan á “faðir” sett: “ella sammóðir”. 10. Í § 9, stk. 5 verður tríggjar ferðir aftan á “pápin” sett: “ella sammóðirin” og eina ferð aftan á “pápan” sett: “ella sammóðurina”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022, og er galdandi fyri sammøður, hvørs børn eru…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022, og er galdandi fyri sammøður, hvørs børn eru fødd tann dagin ella seinni. Í Tinganesi, 21. desember 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 13/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.