Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. desember 2011 Nr. 174
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8 a, stk. 1 verður ”kr. 10.000” broytt til: ”kr. 20.000”. 2) § 19 stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2012.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Tórshavn, 29. desember 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 87/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.