Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2009 Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Í tíðarskeiðinum 2010 – 2013 verður 35%-skatturin, ið er nevndur í §§ 14, stk. 2, 15, stk. 1 og 16, stk. 1 broyttur soleiðis, at hann í 2010 er 39%, í 2011 er skatturin 38%, í 2012 er skatturin 37% og í 2013 er skatturin 36%.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22 desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 35/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.