Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. desember 2021 Nr. 173
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, nr. 7 verður strikað. 2. § 10, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur, undantikið negativar rentur av lánum, sum eru fevnd av løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, roknaðar upp í uppgerðina eftir § 14.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 10. desember 2020, verður § 33, nr. 1, 1. pkt. orðað soleiðis: “Rentuútreiðslur av íløguskuld og rakstrarskuld í sambandi við vinnuvirki og negativ renta av innistandandi hjá vinnuvirki, útreiðslur til provisión, stovningarprovisión ella premiu í sambandi við lántøku ella ábyrgd til vinnuvirki.”
§ 3 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Rentuútreiðslur, fevndar av § 2, verða lækkaðar við negativari rentu á lánum, fevnd av § 2.”
§ 4 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 21. desember 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 29/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.