Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2001 Nr. 173

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Skattalógin)

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: 1) Eftir § 35a verður sum § 35b sett: “§ 35b. Sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, verður inntøkuførdur søluárið. Stk. 2. Keypspeningurin fyri rættindi, sum eru fevnd av stk. 1, verður útreiðsluførdur keypsárið. Stk. 3. Fevnir avtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, kann seljarin býta sølupeningin á avvarðandi tíðarskeið. Sama er galdandi fyri keypspeningin hjá keyparanum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 7. november…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 7. november 2001. Tórshavn, 21. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙