Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2017 Nr. 173

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

(Strika krav um veiðiloyvi o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79…

Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 10. mars 1992, løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis: ”1. Fiskiskip: Eitt og hvørt skip ella far, sum er gjørt út til, ella verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.” 2. § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki verða skrásett í skipaskránni.” 3. Í § 26 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett: “Stk. 2. Skip, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum skip, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann eftir áheitan frá Vørn verða strikað úr skipaskránni. Stk. 3. Verður skip strikað úr skipaskránni, verður hetta gjørt við atliti at § 51.” Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 4-6. 4. Í § 44, stk. 3 verður “ásetingarnar í § 1, stk. 6 og” strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 20. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 34/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙